Tjaldur skrivaði í gjárkvøldi undir nýggjan sáttmála við venjaran Bogdan Burcea, sum inniber at Bogdan eisini verður venjari hjá Tjaldur í kappingarárinum 2010/2011.
Hetta er triðja árið Bogdan er í Tjaldur, og higartil hevur hann víst at hann hevur skil fyri spælinum. Undir leiðslu av Bogdan hevur Tjaldur fyrst vunnið næstbestu deildina so ruddiliga, og fyrsta árið aftur í bestu deildini vann Tjaldur landskappingini og fingu silvur í steypakappingini. Í ár kláraðu vit ikki í steypafinaluna, men úrslitini í landskappingini hava verið so mikið góð at tað nokk ikki er nakar ivi um at Tjaldur og Stjørnan møtast í finalunum aftur í ár.
Bogdan kemur eisini at taka sær av gentum 14, 17 og U23 kvinnur.