Steypafinalurnar hjá yngru deildunum

steypafinalan
Leygardagin vera finalurnar hjá teimum vaksnu í høllini á Hálsi í Havn. Til dystin hevur HSF lagt eitt serligt gólv á verandi gólv í høllini. Hetta er eitt altjóða góðkent gólv. Í fjør vóru tað Tjaldur og Stjørnan sum leiktu á hesum gólvi í steypafinaluni, men í ár vera tað so Stjørnan og VÍF.
Eisini yngru deildirnar sleppa at leika finalurnar í Havn. Tær steypafinalurnar vera leiktar sunnudagin og vera tað teir bestu dómararnir í Føroyum sum koma at døma dystirnar.
Tjaldur eigur tvey lið í finaluni. Bæði dreingir 10 og 12 eru komnir í finaluna. Spennandi verður at síggja um teir klára at hála okkurt gylt við sær aftur til Runavíkar.
Leygardagin 13.02-2010
13.30 kvinnur Stjørnan-VÍF
16.00 menn Kyndil-Neistin
Kostn.: Vaksin: 100, – kr børn til og við 10. flokk: 30, – kr
Sunnudagin 14.02-2010
12.50 gentur 10 (2×10 min) Neistin-StÍF
13.25 dreingir 10 (2×10 min) H71-Tjaldur
14.00 gentur 12 (2×15 min) Kyndil-Neistin
14.45 dreingir 12 (2×15min) Kyndil-Tjaldur
15.30 gentur 14 (2×20min) Kyndil-Neistin a
16.30 dreingir 14 (2×20min) H71-VÍF
17.30 gentur 17 (2×25 min) Kyndil-H71
18.45 dreingir 17 (2×25 min) Kyndil-H71
Komið og stuðlið!
Koyri á dreingir!