Tjaldur spældi í dag dyst móti VÍF. Dysturin var ein uppgerð millum topp og botn í Sunset-deildini. Hetta vístu bæði úrslit og spæl eisini. Tjaldur kom á vøllin við høvdinum undir arminum og tað gekk ein góð løta áðrenn tær fingu skil á spælið og fingu sett seg á dystin.
Hálvleiksstøðan var 20-14 og Tjaldur vann 32-23.
Tjaldur var ikki vælleikandi fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, men so hvørt sum dysturin gekk, kom Tjaldur fyri seg, og serliga vóru tað Adina, Cornie og Annika sum fingu mál fyrstu løtuna. Tá komið var inn í hálvan fyrra hálvleik, var bert fá mál á muni millum liðini, men so gjørdi Tjaldur eitt lop og fekk eina trygga leiðslu, sum eina løtu var 7-8 mál, men sum í hálvleikinum var 6 mál.
Í seinnahálvleiki spældu liðini eisini rímuliga javnt, men spennandi bleiv dysturin aldrin. Til tað var Tjaldur nógv betur enn VÍF. Tjaldur vann tískil ein greiðan 32-23 sigur.
Komandi vikuskifti eg steypafinala í Havn, har Stjørnan og VÍF møtast. Torført er at síggja VÍF sum vinnara av finaluni, men vónandi gerst talan um eina tætta og spennandi finalu. Tjaldur skal sama vikuskifti til Suðuroyar at spæla móti VB. Vinnur Tjaldur tann dystin er liðið javnt í stigum við Stjørnuna, og so verður tað dysturin 28. februar sum kemur at avgera hvør fær fyrsta pláss, og har við tveir heimadystir í finaluni.