Hóast veðrið er alt annað enn gott í dag, so høvdu VB kvinnur kempað seg til Runavíkar at spæla dyst móti Tjaldur. Men hvar vóru dómararnir?
Til hondbóltsdystirnar í bestu deildini hevur aðalfundurin hjá HSF viðtikið at BERT dómarar í eru góðkendir A-dómarapør skulu døma dystir í Sunset deildini. Men heldur ikki í dag var eitt A-dómarapar.
Síðsta vikuskifti vóru steypafinalur spældar í Havn. Leygardagin tey vaksnu og sunnudagin børnini. Her vóru øll A-dómarapørini upptikin, so Tjaldur sendi skriv suður til HSF fyri at gera vart við at tað SKULU vera A-dómarapør sum døma Sunset og Atlantic Airways deildirnar. Hetta var 8. februar.
Eftir at einki svar var komið uppá fyrispurningin um hvør skuldi vera dómari í suðri, sendi Tjaldur enn eitt bræv og minti teir á viðtøkurnar. Líka lítið hjálpti. HSF svaraði bara at Tjaldur skuldi fara suður, tí tað skuldu nokk vera dómarar har suðuri til dystin.
Tjaldur fer suður, og rætt høvdu vit. Einki A-dómarapar var til dystin. Hinvegin vóru tveir dómarar sendir suður at døma sum ikki hava dømt bestu deildina fyrr. Hetta kláraðu teir eisini fínt.
At felagið hevði ein misstanka síðsta vikuskifti var væl grundað, men at vit eisini skuldu vera fyri vanbýti í dag er óskiljandi. Leikarar, venjarar og áskoðarar vóru øll komin í høllina at hyggja at hondbólti, men hvar vóru dómararnir?
20-30 minuttir gingu áðrenn greiða fekst á at eingin dómarar vóru til dystin. Í eini handavending mátti ringjast til Kára Hansen og Zoran Sarcevic. Kári hevur dómt nógv síðstu árini, og er A-dómari. Zoran hevur dømt nakað í næstbestu deildini.
Fyri at dysturin ikki skuldi blíva alt for nógv forsinkaður, so lovaði Sámal Olsen, sum var møttur sum áskoðari, at døma við Zoran til Kári var klárur.
Dysturin
VB høvdu ikki bara kempað seg til Runavíkar at spæla í dag, tær ætlaðu sær eisini at kempa allan dystin. Stóran part av fyrra hálvleiki vísti VB góðan hugburð og hildu seg allatíð tætt í Tjaldur. Móti hálvleikinum dragnaði tó nakað, so Tjaldur fekk eina lítla leiðslu.
Hálvleiksstøðan gerst 15-9
Í seinna hálvleiki helt Tjaldur eisini munin leingi. Men so stegaði alt upp. Bólturin vildi snøgt sagt ikki í málið. VB hálaði seg tískil spakuliga nærri og nærri Tjaldur. Frá 23-17 minkaði munurin niður í 23-22, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Á liðnum hjá Tjaldur:
Guðrun í Lágabø, Benadikta Johannesen, Kirstin Gaardbo, Annika Thomsen(1), Katrin Jacobsen, Mary-Ann Zachariasen(2), Adina Petrea(8), Hanna I Højgaard, Jacoba Langgaard(2), Alina O. Angel(2), Jóhanna í Króki(2), Jóhanna Hansen, Heidi á Lakjuni(1), Cornelia Rimbu(5).
Á liðnum hjá VB:
Sólrun Winther, Elsa Ludvig, Bárða K. Mortensen(3), Svava Vestergaard(5), Andrea Nielsen(4), Christina Holm(5), Sára Samuelsen(1), Migle Senvaityte(3), Una Egilsdóttir.