Tjaldur vann útsetta dystin móti VB

Tjaldur leikti í dag útsetta dystin móti VB. Undan dystinum høvdu øll hini liðini í Sunset deildini leikt 15 dystir. Meðan Tjaldur og VB høvdu leikt 14. Hetta komst av at hálvfinalurnar í steypakappingini vóru fluttar fram, soleiðis at fyrra hálvfinalan kom at liggja samstundis sum Tjaldur átti til Suðuroyar. Nú er dysturin so leiktur og Tjaldur vann sannførandi 22-31.
Tjaldur og Stjørnan eru nú ájøvn í stigum og skulu spæla móti hvørjum øðrum síðst í hesum mánanum. 28. feburar í Klaksvík. Hesin dystur sær út til at koma at avgera hvør fær fyrsta pláss og hvør má taka við øðrum plássi.
Hálvleiksstøðan í dag var 9-15.
Málskjúttar hjá Tjaldur vóru:
Adina 11, Cornie 7, Alina 5, Heidi á Lakjuni 3, Kirstin Gaardbo 2, Jacoba Langgaard, Mary-Ann Zachariasen og Jóhanna í Króki 1.