Umbering til dómarafelagið og HSF

referee
Í greinini til dystin millum Tjaldur og VB í Runavík, hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur lagt dómarafelagið og HSF undir at skíta á hondbóltin.
Hetta vilja vit biðja orsaka, tí sjálvandi vilja bæði HSF og dómarafelagið føroyskum hondbólti alt tað besta. Tað vilja vit jú øll, sum á eina ella hátt eru knýtt at hondbóltinum.
Heimasíðan tosaði fyrr í kvøld við formannin í dómarafelagnum, Karstin Joensen, har hann gjørdi greitt hvat leikluturin hjá dómarafelagnum er og hvussu teir arbeiða.
Tílíkar keðiligar støður, irritera tey sum eru partur av spælinum. Tá so grein skuldi skrivast um dystin millum Tjaldur og VB vóru tað tvær hendingar, viku um viku, sum í fylgi reglunum ikki vóru eftir bókini. Hetta er ikki rætt og eigur ikki at henda. Men har frá og til at leggja bæði HSF og dómarafelagið undir at skíta á hondbóltin er at fara for langt.
Hondbóltsfelagið Tjaldur vil tískil senda eina umbering til bæði HSF og dómarafelagið.

Við vón um gott kappingarár víðari.
Hondbóltsfelagið Tjaldur