Stjørnan er føroyameistari 2010. Tað staðfestu tær væl og virðiliga í gjárkvøldi, á heimavølli. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í KÍ-høllina, og tey sum hildu at dysturin bleiv ein avgreiðslu spurningur fingu tó eitt sindur av spenningi. Fyrri hálvleikur var sera líkur dystinum í Runavík. Stjørnan trumlaði fram móti málinum hjá Tjaldur, meðan […]
Hósdagin er aftur ein finala
Í gjárkvøldi spældi Tjaldur fyrstu FM finaluna móti Stjørnuni. Men uttan at taka munnin ov fullan, so ruddaði Stjørnan Tjaldur av vøllinum. Fyrstu løtuna fylgdi Tjaldur væl við Stjørnuni, men sum dysturin gekk, so tók Stjørnan yvir spæli og lukkaði dystin. Hálvleiksstøðan var 9-15 Í seinna hálvleiki helt Stjørnan fast um góða spælið. Tískil øktist […]
Finalurnar 2010
Ansy ársins stjørnuskot
Leygarkvøldið var stórt gallakvøld fyri gentum og dreingum 17 ár. Her høvdu leikarar og venjarar atkvøtt fyri ársins av ymiskum slag. Sevdal systrarnar hava altíð havt sera góð evnir til ítrótt og har er Ansy einki undantak. Hennara partur liggur aldrin eftir tá spælt verður. Leygarkvøldið høvdu hinar genturnar í føroysku kappingini valt Ansy sum […]
Tjaldur-Neistin
Costin heldur fram
Tjaldur hevur í kvøld gjørt nýggjan eitt ára sáttmála við Costin. Costin hevur í vetur vant ungdómsdeildina hjá felagnum og við honum sum venjara, metir nevndin, at Tjaldur kann mennast til eitt enn størri felag. Vit takka Costin fyri arbeiði hann hevur gjørt í vetur og ynskja honum alt tað besta í komandi kappinarári. Koyr […]
1 gull og 3 silvur í ungdómsdeildunum
Kappingin hjá teimum yngru endaði hetta vikuskifti. Felagið hevur verið umboðað við sjey liðum, tveimum gentuliðum og fimm dreingjaliðum. Úrslitini eru gjørd upp og fyri Tjaldur merkti tað at vit fingu 1 gull heiðursmerki og 3 silvurmerkir. Myndir frá dreingir 10 ár liggja í myndasavninum. Sera flott. Dreingir 10 ár hava víst sera gott spæl […]
Reistu seg aftur
Tjaldur spældi í dag móti StÍF í høllini í Runavík. Síðsta vikuskifti gekk illa í hond fyri Tjaldur í Klaksvík, so kvinnurnar skuldu sjálvandi reisa seg aftur. Tjaldur reisti seg eisini við maner. Fyri at tað ikki skuldi blíva eins og í Klaksvík, har vit bíðaðu í 10 minuttir áðrenn vit fingu fyrsta málið hjá […]
Adina og Cornie skrivað undir fyri 2010/2011
Tjaldur hevur nú eisini gjørt sáttmála við tveir av útlendsku leikarunum Adinu og Corneliu. Adina hevur nú leikt við Tjaldur í trý ár og má sigast at hava verið ein tann besti leikarin sum nakrantíð hevur spælt í føroysku hondbóltskappingini. Vit eru tískil sera glað fyri at Adina eisini komandi kappingarár kemur at styrkja um […]
Av hølvaðar
Tjaldur var í dag í Klaksvík og spældi avgerandi dyst móti Stjørnuni. Um Tjaldur vann, so vóru tær næsta sikkraðar eitt fyrsta pláss, taptu tær, so merkti tað at Stjørnan helst fer at enda ovast og harvið fáa tveir heimadystir, um so er at FM skal avgerast yvir tríggjar finalur. Um so talan á papírinum […]