Av hølvaðar

_mg_6040
Tjaldur var í dag í Klaksvík og spældi avgerandi dyst móti Stjørnuni. Um Tjaldur vann, so vóru tær næsta sikkraðar eitt fyrsta pláss, taptu tær, so merkti tað at Stjørnan helst fer at enda ovast og harvið fáa tveir heimadystir, um so er at FM skal avgerast yvir tríggjar finalur.
Um so talan á papírinum var um ein topp dyst, so var spælið langt frá topp hondbólti. Fyrstu 8-9 minuttirnar fekk Tjaldur einki mál. Offensiva verjan hjá Stjørnuni gjørdi at einki hugflog var í spælinum hjá Tjaldur. Adina og Cornie sum vanliga skjóta nógv mál blivu pakkaðar niður, meðan tær sum royndu at skjóta ikki fingu bóltin í netið.

Í hálvleikinum var støðan 14-6 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki koyrdi maskinan hjá Stjørnuni akkurát líka væl, og stutt inn í seinna hálvleik vóru tær á odda við 11-12 málum. Um miðjan seinna hálvleik fekk Tjaldur enn eitt skot fyri bógvin. Cornie kom inn móti og leyp upp at skjóta, men tá hon kom niðurat aftur beklaði hon so mikið illa at hon ikki fekk spælt meira av dystinum. Eftir dystin kundi tó staðfestast at einki var brotið, men at liðbondini vóru tognaði nógv og at hon nú fyrst skal halda pausu í eina viku, so fáa vit at síggja hvussu alvorligur skaðin er.
Tá dysturin langt um leingi bleiv settur í gongd aftur, setti Stjørnan nógvar av teimum ungu leikarunum á vøllin. Hetta gav Tjaldur betri møguleika til at spæla upp móti Stjørnuni, og tá minkaði munurin eisini nakað. Nærri enn 5 mál kom Tjaldur tó ongantíð.
Endaliga støðan gjørdist 28-22 til Stjørnuna.