Í gjárkvøldi spældi Tjaldur fyrstu FM finaluna móti Stjørnuni. Men uttan at taka munnin ov fullan, so ruddaði Stjørnan Tjaldur av vøllinum.
Fyrstu løtuna fylgdi Tjaldur væl við Stjørnuni, men sum dysturin gekk, so tók Stjørnan yvir spæli og lukkaði dystin.
Hálvleiksstøðan var 9-15
Í seinna hálvleiki helt Stjørnan fast um góða spælið. Tískil øktist munurin eisini allan seinna hálvleik, soleiðis at dysturin endaði 17-31.
Málskjúttar hjá Tjaldur vóru: Adina 9, Annika 5, Heidi á Lakjuni 2, Jóhanna í Króki 1.
Útvísingar til Tjaldur: 5
Málskjúttar hjá Stjørnuni vóru: Simona 9, Durita Christophersen 4, Durita Ljósstein, Joan Djordjevic, Judit Hansen, Una Olsen 3, Ella Petersen, Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen, Valentina 1
Útvísingar til Stjørnuna: 5
Hóskvøldið verður seinna finalan. Tá hevur Tjaldur ryggin móti múrinum, við tað at tá skulu vit vinna fyri at fáa eina triðju finalu, og harvið vinna FM heitið aftur til Runavíkar.
Koyr á Tjaldur!