Silvur til Tjaldur

143copy
Stjørnan er føroyameistari 2010. Tað staðfestu tær væl og virðiliga í gjárkvøldi, á heimavølli. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í KÍ-høllina, og tey sum hildu at dysturin bleiv ein avgreiðslu spurningur fingu tó eitt sindur av spenningi.

Fyrri hálvleikur var sera líkur dystinum í Runavík. Stjørnan trumlaði fram móti málinum hjá Tjaldur, meðan Tjaldur ongantíð fekk fóta sær soleiðis at tær kláraðu at svara aftur.
Hvørja fer Tjaldur skoraði eitt, so skoraði Stjørnan tvey og tískil vaks munurin millum liðini heilt fram til hálvleiks.
Hálvleiksstøðan var 14-8
Í Seinna hálvleiki sóu vit nakað av tí besta sum Tjaldur hevur spælt í ár. Ein knúsandi góð verja, við góðum málmansspæli frá Adelu, át seg skjótt inn á Stjørnuna. Frá hálvleiksstøðuni 14-8 var støðan 16-16 um miðjan seinnahálvleik. Men har til og so heldur ikki longur. Tjaldur misti takið aftur og Stjørnan vann ein tryggan 27-19 sigur, sum eisini gjørdi at tær nú eru greipuvinnarar 2010.
Tillukku Stjørnan!
Tjaldur takkar øllum sum hava veitt felagum góðan stuðul. Fíggarligir stuðlar eins væl og viðhaldsfólk hjá felagnum.
Í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19:00, bjóðar Tjaldur øllum til eitt hugnakvøld í Hæddini. Øll eru vælkomin.