1 gull og 3 silvur í ungdómsdeildunum

img009b
Kappingin hjá teimum yngru endaði hetta vikuskifti. Felagið hevur verið umboðað við sjey liðum, tveimum gentuliðum og fimm dreingjaliðum.
Úrslitini eru gjørd upp og fyri Tjaldur merkti tað at vit fingu 1 gull heiðursmerki og 3 silvurmerkir. Myndir frá dreingir 10 ár liggja í myndasavninum.
Sera flott.

Dreingir 10 ár hava víst sera gott spæl í alt ár og vóru undan dystunum í dag vinnarar av b-bólkinum. Fyri einum mána síðan vóru júst somu dreingir eisini í steypafinaluni, so sigast má at Tjaldur eigur góðar ungar leikarar, sum vónandi einafer koma at spæla gul svørtu draktina upp í bestu mans deildina og kanska vinna FM hjá monnum til Runavíkar. Drívi á dreingir.
1. Tjaldur 19 stig
2. KÍF 12 stig
3. Neistin c 12 stig
4. VÍFb 10 stig
5. H71c 8 stig
6. Neistin b 7 stig
7. EB 0 stig

Hjá dreingjum 12 ár hevur Tjaldur havt tvey lið við. Eitt lið í a-bólkinum og eitt í b-bólkinum. Hesi bæði liðini hava eisini staðið seg sera væl í kappingini. A-liðið var í steypafinaluni, men gjørdust ov stuttir. Í FM stríðnum gjørdist tað eisini til eitt silvurmerki. Sera flott avrik.
1. Kyndil a 26 stig
2. Tjaldur a 19 stig
3. StÍF 17 stig
4. H71 a 16 stig
5. KÍF 9 stig
6. Kyndil b 3 stig

B-liðið hevur eisini verið væl við í b-bólkinum. Teir hava ligið heilt upp ímóti at fingið heiðursmerki, men tíverri gjørdust teir akkurát ov stuttir. Teir deildu triðja pláss við SÍF, men av tí at SÍF var betri í innanhýsis dystum, fóru teir avstað við bronsumerkjunum. Hetta lovar tó væl til komandi ár. Vónandi koyra tit á við sama lag.
1. VÍF 26 stig
2. Neistin 25 stig
3. SÍF 18 stig
4. Tjaldur b 18 stig
5. H71 b 11 stig
6. VB 10 stig
7. Team Kl. 4 stig
8. H71 c 0 stig

Dreingir 14 ár vóru fimm mans tá kappingarárið byrjaði, tískil máttu teir hava hjálp frá dreingjum 12 um teir skuldu fáa mannað lið. Av tí sama fóru teir ikki í gongd við at venja fyrr enn kappingin var byrja. Teir hava spælt í b-bólkinum og hava ligið í harðari kapping við SÍF líka til tað síðsta. Tað var tó SÍF sum dróg longra stráið, og vann tískil deildina við einum stigi meir enn Tjaldur. Spennandi verður at fylgja við hvussu dreingja deildirnar fara at mennast.
1. SÍF 19 stig
2. Tjaldur 18 stig
3. Team Kl. 17 stig
4. KÍF 10 stig
5. Kyndil 8 stig
6. VÍF b 8 stig
7. Neistin b 4 stig

Eisini dreingir 17 hava spælt í b-bólkinum. Ikki hevur tað verið serliga nógv fólk at taka av tá teir hava spælt, so í flestu førum hevur tað verið ein og summum førum eingin útskiftari, men hóast tað, so hava teir verið væl við allatíð. Í dag endaði so eisini teirra kapping og dreingirnir kláraðu at gerast nummar tvey og fingu harvið silvur.
1. H71 b 24 stig
2. Tjaldur 18 stig
3. Kyndil b 14 stig
4. KÍF 10 stig
5. StÍF b 8 stig
6. Neistin b 6 stig
7. Team Kl. 2 stig

Gentur 10 ár hava spælt í b-bólkinum og hava úrslitini verið ójøvn. Genturnar hava vunnið onkrar dystir og annars altíð givið hinum liðunum mótstøðu. Gentur 10 ár endaðu á einum sætta plássi.
1. VÍF 20 stig
2. Neistin b 19 stig
3. StÍF b 16 stig
4. VB 12 stig
5. H71 b 8 stig
6. Tjaldur 6 stig
7. Kyndil b 1 stig

Gentur 17 hava spælt sera ójavnt í ár. Mitt í kappingarárinum leiktu tær sera væl og vunnu á øllum teimum sterku liðunum. Men tann trygga og góða spæli var for svingandi. Tær endaðu á fimta plássi. Á liðnum eru nógvir sera evnaríkir og spennandi spælarar, sum vónandi koma at banka uppá besta kvinnulið í nærmastu framtíð. Har tað í eldru mannfólkaliðunum er lítið av fólki, hevur tað hjá gentum 17 verið nokk av gentum, sum allar hava eitt javnt støði. Tað verður tískil spennandi at fylgja teimum í framtíðini.
1. Kyndil 20 stig
2. Neistin b 18 stig
3. Neistin a 17 stig
4. StÍF 11 stig
5. Tjaldur 9 stig
6. VÍF 5 stig
7. H71 4 stig

Saman umtikið eitt sera gott ár hjá felagnum. Vónandi síggja vit minst líka nógv ung aftur til venjing komandi vetur.
Ein stór tøkk skal eisini sendast til øll foreldur og avvarandi, sum altíð eru klár til at hjálpa og stuðla tá børnini spæla, tá koyrast skal til útidystir og klæðir vaskast. Enn einafer stóra takk.
Í kvøld hevur felagið so eisini skrivað undir nýggjan sáttmála við Costin, soleiðis at hann eisini komandi vetur verður partur av ungdómsdeildini hjá felagnum.
Vit gleða okkum at síggja øll aftur komandi ár.
Takk fyri í ár.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjaldur