Adina og Cornie skrivað undir fyri 2010/2011

adinacornie
Tjaldur hevur nú eisini gjørt sáttmála við tveir av útlendsku leikarunum Adinu og Corneliu.
Adina hevur nú leikt við Tjaldur í trý ár og má sigast at hava verið ein tann besti leikarin sum nakrantíð hevur spælt í føroysku hondbóltskappingini. Vit eru tískil sera glað fyri at Adina eisini komandi kappingarár kemur at styrkja um liðið hjá Tjaldur.
Eisini Cornie hevur víst gott spæl í ár. Hon kom til felagið í fjør heyst og hevur víst seg at verið ein góður styrkur fyri liðið. Komandi ár letur hon seg aftur í gula og svarta búnan, soleiðis at Tjaldur eisini komandi ár kann vera millum sterku liðini í føroysku kvinnudeildini.