Tjaldur spældi í dag móti StÍF í høllini í Runavík. Síðsta vikuskifti gekk illa í hond fyri Tjaldur í Klaksvík, so kvinnurnar skuldu sjálvandi reisa seg aftur. Tjaldur reisti seg eisini við maner. Fyri at tað ikki skuldi blíva eins og í Klaksvík, har vit bíðaðu í 10 minuttir áðrenn vit fingu fyrsta málið hjá Tjaldur, so smekkaði Tjaldur bóltin í StÍF málið eftir 10 sekund.
Hálvleiksstøðan var 9-4 og vunnu samanlagt 30-13.
Hetta var eisini byrjanin til ein væl leiktan dyst frá Tjaldur. Verjan var tøtt, og tað sum verjan ikki steðgaði, tað tók Guðrun í málinum sær av. Álopsspælið var ikki í topp, men var OK. Tá 20 min vóru farnir var støðan 6-1 til Tjaldur.
Í hálvleikinum var støðan 9-4
Í seinna hálvleiki legði Tjaldur verjuspælið eitt sindur á hyllina og rann heldur skjótálop og smurdi StÍF av.
Ikki er nemt at taka nakran leikara fram um nakran annan, tí í dag sást tíðuligt at leikararnir vildu vísa, at tað vit sóu síðsta vikuskifti var ein offdagur, sum ikki hendur tveir dystir í trekk.
Tjaldur vann dystin 30-13.
Næsti dystur hjá Tjaldur verður, komandi sunnudag 14. mars, móti Neistanum í Runavík