Leygarkvøldið var stórt gallakvøld fyri gentum og dreingum 17 ár. Her høvdu leikarar og venjarar atkvøtt fyri ársins av ymiskum slag.
Sevdal systrarnar hava altíð havt sera góð evnir til ítrótt og har er Ansy einki undantak. Hennara partur liggur aldrin eftir tá spælt verður.
Leygarkvøldið høvdu hinar genturnar í føroysku kappingini valt Ansy sum “Ársins stjørnuskot. Ansy var eisini í uppskoti til aðrar virðislønir.
Hesi gjørdust ársins:
Ársins stjørnuskot
Gentur 17: Ansy Sevdal, Tjaldur
Dreingir 17: Jóhan á Plógv, Kyndil
Ársins verjuspælari
Gentur 17: Elin Holm, Kyndil
Dreingir 17: Grímur Petersen, Neistin
Ársins álopsspælari
Gentur 17: Guðrið Geirsdóttir, Kyndil
Dreingir 17: Høgni Klein, Kyndil
Ársins málverji
Gentur 17: Kristina Brekkstein, Kyndil
Dreingir 17: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins venjari
Gentur 17: Geir Wardum, Kyndil
Dreingir 17: Hjalmar Klein Olsen, Kyndil
Ársins spælari
Gentur 17: Guðrið Geirsdóttir, Kyndil
Dreingir 17: Jógvan Skeel Nolsøe, Kyndil
Tillukku Ansy!