March 6, 2011 Menninir gjørdust ov stuttir

Menninir gjørdust ov stuttir

Menninir hjá Tjaldur spældu toppdyst móti KÍF í Runavík í gjárkvøldi. Hetta var samstundis síðsti møguleiki fyri at enda nummar 1 í bólkinum. Menn vóru sera uppsettir og gamlar stjørnur vóru støvaðar av. Arnfinn Langgaard og Sverri Justinussen hava ikki spælt við okkara aðrudeildar liði í ár, men í gjárkvøldið vóru teir aftur at síggja […]

Read more
March 4, 2011 2.deild spælir toppdyst

2.deild spælir toppdyst

Leygardagin klokkan 18:00 verður toppdystur hjá 2. deild monnum. Tjaldur møtir KÍF A og um Tjaldur vinnur tann dystin er møguleikin fyri uppflyting rættuliga góður. Tískil hevði verið stuttligt at sæð nógv fólk í høllini, so vit kundu lyft mannfólka hondbóltin í Runavík upp í næstbestu deildina. Vælkomin til dyst! Koyr á Tjaldur!

Read more
February 24, 2011 Ítróttasambandi gjørt frukt avtalu við FK

Ítróttasambandi gjørt frukt avtalu við FK

Itrótta- og ungdómsráðgevin hjá ÍSF, Annika H. Lindenskov (mynd: ÍSF) Grein á Grams.fo greiðir frá avtalu sum Ítróttarsamband Føroya hevur gjørt við FK. Nú er møguleiki hjá ítróttarfeløgunum at fáa frukt til ítróttartiltøk. Les áhugaverdu greinina her: http://www.grams.fo/content/blanda%C3%B0-frukt-til-f%C3%B8roysk-%C3%ADtr%C3%B3ttarf%C3%B3lk-fyri-undir-6-kr

Read more
February 20, 2011 Vunnu trygt 23-31

Vunnu trygt 23-31

Tjaldur leikti í dag móti VÍF í Vestmanna. Hetta var fyrsti dystur sum steypavinnari, og vóru okkara kvinnur tískil favorittar at vinna móti VÍF. Frá byrjan spældi Tjaldur við sterkastu manning, men sum dysturin leið og leiðslan gjørdist tryggari og tryggari, valdu Trygvi og Damir at skifta ungu genturnar, sum vanliga ikki spæla so nógv, […]

Read more
February 13, 2011 Tjaldur steypavinnari í dreingjum 10

Tjaldur steypavinnari í dreingjum 10

Í dag vóru tað so tey ungu sum skuldu royna seg í steypafinalum. Karmarnir vóru teir somu sum hjá teimum vaksnu og sum nakað nýtt, so blivu allir dystirnir í dag streamaðir live á heimasíðuni hjá HSF. Tjaldur átti eitt lið í finaluni. Tað vóru dreingir 10 ár sum høvdu megnað tað. Jóhan Danielsen hevur […]

Read more
February 12, 2011 Steypavinnarar 2011

Steypavinnarar 2011

Tvey lið í finalunum og bæði vunnu. Tað kann vera stutta viðmerkingin til hetta vikuskifti. Sum flestu kunnugt, so var okkara besta kvinnulið í steypafinaluni í gjár og vístu tær veruliga hvørja styrki liðið hevur tá tað kemur til avgerandi dystir. Við framúr góðum verjuspæli og tveimum framúr góðum skjúttum var støðan allatíð undir kontrol, […]

Read more
February 9, 2011 Bussur úr Runavík

Bussur úr Runavík

Leygardagin verður steypafinalan hjá kvinnum leikt í høllini á Hálsi. Tjaldur skal leika móti Stjørnuni, og sum flestu kunnugt, so plaga hesir dystir at gerast sera spennandi og góðir. Fyri at hjálpa okkara kvinnum og seta gulu litirnar úr Runavík í fokus, so æltar Tjaldur at skipa fyri busstúri úr Runavík klokkan 12 og heimaftur […]

Read more
February 6, 2011 Dreingir 10 í steypafinaluni

Dreingir 10 í steypafinaluni

Tjaldur hevur fingið enn eitt lið í steypafinaluna. Hetta gjørdist greitt tá dreingir 10 ár spældu í Runavík í gjár. Eftir ein sera tættan dyst móti StÍF, eydnaðist tað okkara dreingjum at fáa sigurin í hús og harvið sleppa í finaluna. Eisini leiktu dreingir 12 og dreingir 14 semifinalu dystir, men hjá teimum eydnaðist tað […]

Read more
February 6, 2011 Stuðulsrenning

Stuðulsrenning

Ungu dreingirnir í Tjaldur høvdu stuðulsrenning mánakvøldið og sigast má at hóast teir ikki vóru so nógvir, so komu nógvir pengar í kassan. Inn komu 15.608,20 kr. Hetta kemur væl við og skulu tit hava stóra tøkk fyri.

Read more
February 2, 2011 Tjaldur vann 62-52, og eru í finaluni

Tjaldur vann 62-52, og eru í finaluni

Í kvøld staðfesti Tjaldur sigurin, við at vinna 31-29. Eitt úrslit sum gjørdi at yvir tvær semifinalur vann Tjaldur samanlagt 62-53. Vit eru tískil í finaluni, sum verður leikt í høllini á Hálsi 12. februar klokkan 13:30. Eitt fantastiskt comeback eftir ein heldur vánaligan dyst í Klaksvík. Nú vóna vit at allir runavíkingar koma til […]

Read more