Menninir gjørdust ov stuttir

kf i - tjaldur 003
Menninir hjá Tjaldur spældu toppdyst móti KÍF í Runavík í gjárkvøldi. Hetta var samstundis síðsti møguleiki fyri at enda nummar 1 í bólkinum.
Menn vóru sera uppsettir og gamlar stjørnur vóru støvaðar av. Arnfinn Langgaard og Sverri Justinussen hava ikki spælt við okkara aðrudeildar liði í ár, men í gjárkvøldið vóru teir aftur at síggja á liðnum.
Teir sóu ikki út til at hava stórvegis trupulleikar at finna gamla spælið framaftur, og vóru ein støðu hóttan móti KÍF málinum.
Saman við teimum ungu leikarunum hjá Tjaldur var hetta tó ikki nokk. Tjaldur tapti dystin 21-22.
KÍF A vinnur tískil bólkin sum Tjaldur er í, men av tí at KÍF hevur eitt lið í 1. deild, so vita vit ikki enn um tað verður Tjaldur, sum tveyari, sum sleppur at spæla uppflytingardyst.