Í dag vóru tað so tey ungu sum skuldu royna seg í steypafinalum. Karmarnir vóru teir somu sum hjá teimum vaksnu og sum nakað nýtt, so blivu allir dystirnir í dag streamaðir live á heimasíðuni hjá HSF.
Tjaldur átti eitt lið í finaluni. Tað vóru dreingir 10 ár sum høvdu megnað tað. Jóhan Danielsen hevur vant dreingirnar nú í eini tvey trý ár og teir hava ment seg til at vera millum Føroya bestu spælarar. Liðið er ein eind, sum spælur góðan og undirhaldandi hondbólt. Stuttligt var eisini at síggja teir spæla í dag.
Undir slíkum umstøðum skuldi man trú at dreingirnir gjørdust bangnir og fóru at gera feilir, men so var ikki. Teir vóru sera avslappaðir og klárir til uppgávuna.
Neistin legði út við eini sera offensivari verju og hetta gav okkara dreingjum ávísar trupuleikar í byrjanini. Martin sum spælur sum playmaker, bleiv næstan tikin úr spælinum og máttu hinir tískil royna at skapa sær sjálvum pláss. Hetta tók nakrar minuttir at venja seg við, men so hvørt sum dysturin gekk, jú betur spældu okkara dreingir. Verjan og góðir málmenn gjørdu at Neistin ikki fekk meiri enn tvey mál í 19 minuttir, meðan Tjaldur fekk 10, síðsta málið í dystinum fekk Neistin og tískil gjørdist støðan 10-3 til Tjaldur. Eitt sera flott liðavrik.
Hjartaliga tillukku dreingir og vit ynskja tykkum alt tað besta í landskappingini.
Koyr á Tjaldur!