Dreingir 10 í steypafinaluni

handball
Tjaldur hevur fingið enn eitt lið í steypafinaluna. Hetta gjørdist greitt tá dreingir 10 ár spældu í Runavík í gjár. Eftir ein sera tættan dyst móti StÍF, eydnaðist tað okkara dreingjum at fáa sigurin í hús og harvið sleppa í finaluna.
Eisini leiktu dreingir 12 og dreingir 14 semifinalu dystir, men hjá teimum eydnaðist tað ikki at koma í finaluna. Bæði liðini gjørdust nummar trý.
Vit ynskja dreingjum 12 og dreingjum 14 hjartaliga tillukku við triðjaplássi og vóna at dreingir 10 klára at hála sigurin heim til Runavíkar.
Finalan hjá dreingjum 10 ár verður leikt sunnudagin 13. februar í høllini á Hálsi.