Tað gekk ikki eftir ætlan í dystinum millum VÍF/Tjaldur og StÍF í gjár. Tær gulu genturnar vóru alt ov lítið ágrýtnar og komu alt ov sjálvdan til veruligar kjansir. Liljan var heilt vist størsta hóttanin móti StÍF málinum, men tá hon bleiv mansvard, so gjørdist álopsspæli ov tannleyst.
Liðini fylgdust til umleið hálvan fyrrahálvleik, síðan gjørdi StÍF eitt ordiligt lop og slapp fram um við við 6 málum, og hálvleiksstøðan var 9-15.
Í seinna hálvleiki hevði StÍF fult kontroll á dystinum og tað var ongantíð nakar ivi um at StÍF fór at vinna dystin, tíverri má man siga. Dysturin endaði 20-28.
Mállskjúttar í dystinum vóru:
Tjaldur: Liljan 7, Eileen 4, Tóra 4, Ansy 3, Amanda 2
StÍF: Fríðrún 7, Oddrún 5, Rebekka 4, Birna 4, Paula 3, Bára 2, Guðri 1, Mariann 1, Lena 1