Í alt ár hava okkara Sunset kvinnur stríðst við at fingið fyrsta sigurin, og sigast má at hann var søtur nú hann endiliga kom.
Tjaldur var uttan iva undirtippa til dagsins dyst, sum var móti Neistanum. Undan dystinum var støðan eins og nú, at Neistin liggur nummar 1 meðan Tjaldur liggur aftast.
Um vit fyrst hyggja at fyrra hálvleiki, so gekk sera illa hjá Tjaldrinum at fáa sett bóltin í kassan umframt at Neistin allatíð koyrdi skjótt uppá kontrabóltar, sum tær oftast skoraðu uppá. Hetta gjørdi at Neistin allatíð sá út til at hava dystin undir kontrol. Hálvleiksstøðan var eisini 9-16.
Í seinnahálvleiki vóru tað so okkara kvinnur sum reistu seg. Frá at hava brent nógvar kjansir og givið burtur bílig mál, riggaði tað mesta í seinna hálvleiki. Bóltarnir sótu í netinum og harumframt riggaði verjan sera væl. Endin gjørdist eisini at Tjaldur vann dystin 25-24.
Flott kempað gentur!
KOYR Á TJALDUR!!!