So bragdaði endiliga. Eftir tríggjar dystir, har tað hevur leika javnt á, men síðan koppa til fyrimunar fyri mótstøðu liðið, eydnaðist tað í dag at fáa 2 stig heim við úr Vági.
Stóru profilarnir í dystinum í dag mugu nokk sigast at vera Adina Petrea við 7 málum og Liljan Djurhuus við 6 málum.
Okkara kvinnur vunnu greitt 25-30.
VB hevði sera trupult við at fáa mál í fyrra hálvleiki, og leingi førdi VÍF/Tjaldur við 6 málum. Serliga var tað stóra miðverjan hjá Tjaldur ið skapti trupulleikar fyri VB liðið, tí tær í heilum vóru noyddar av skjóta av mið og bakk plássunum.
Hjá VB var tað serliga Rannvá Johannesen, ið fekk nógv burtur úr. Hon koyrdi skjótálop og fekk 11 av teimum í kassan í dag.
Hjá Tjaldur vóru tað serliga Adina Petrea og Liljan Djurhuus, ið vístu gott spæl. Tær báðar og Sarah høvdu gott tak á mitt fyri og við kviku Heidi Sevdal og Eilin Hansen á vengrunum kann spæli bæði hava kvikleika og styrki.
Málskjúttar VB: Rannvá Johannessen 11, Mirijana Trbojevis 4, Guðrið Mortensen 3, Helga Eyðunardóttir 3, Christina Holm 3 og Tamara Radic 1
Málskjúttuar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Heidi Sevdal 6, Sarah Hansen 5, Eilin Hansen 3 og Linda Davidsen 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
Nú vóna vit at dystirnir koma at koppa til okkara fyrimun.
Næsti dystur verður mikukvøldið klokkan 19:00 í høllini í Runavík. Tá spæla vit móti Stjørnuni, ið eisini fekk síni fyrstu stig í dag móti Kyndli.
Koyr á Tjaldur!