Sunset liðið hjá Tjaldur spælir í løtuni dyst móti VB í Vági.
Fyrri hálvleikur hevur verið sera javnur, og í hálvleikinum er støðan 11-10 til VB.
Seinast liðini spældu í Runavík endaði støðan 21-23 til VB. Tá manglaði lítið í at tað koppaði til Tjaldur.
Vónandi klára vit at koppa tað til okkara fyri mun í seinnahálvleiki.
—–
51 min farnir – Nú er støðan 21-17 til VB, so tað sær svart út hjá Tjaldur at venda gongdini.
Dysturin í Vági er nú liðugur. Hann endaði 27-18, so sigast má at VB tók annað skinn um bak í seinna hálvleiki.
Tjaldur spælir næsta dyst týskvøldið 14. februar, klokkan 19:30 í Runavík móti Kyndli.
Vónandi koma nógv at stuðla okkara gentum tá.
Koyr á Tjaldur!