Tjaldur-Kyndil 22-38

tjaldur_kyndil_20120214_1764893629
Tjaldur hevði trupult við at fylgja kyndla kvinnum í kvøld. Eftir eina laka byrjan, har Kyndil koyrdi nógv uppá kontra, hekk Tjaldur aftaná allan dystin.
Um miðjan fyrra hálvleik sá tú nøkulunda út, 7-9, men so gjørdist munurin aftur størri, so støðan í hálvleikinum var 9-14.
Í seinnahálvleiki orkaði okkara illa mannaða kvinnulið ikki at fylgja við væl mannaða kyndlaliðnum. Teir síðstu 10-15 minuttirnar raplaðu málini inn, so endaliga støðan gjørdist 22-38.
Tjaldur spælir longu aftur leygardagin móti Stjørnuni.
Vónandi kann onkur leikari koma afturat hópinum til tann dystin, so vit kunnu skifta eitt sindur út gjøgnum dystin.
Drívið á gentur!
Koyr á Tjaldur!