Drátturin av lutaseðlunum hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur er útsettur til 20. januar.
Dystir í vikuskiftinum
Vunnu á skerdum StÍF liði
Hóast spælið ikki var tað besta vit hava sæð, so vunnu okkara kvinnur rudduliga móti StÍF í kvøld. Endaliga úrslitið gjørdist 17-30. Eftir sigurin á VB leygardagin átti Tjaldur longu at spæla dyst aftur í kvøld. Dysturin var móti StÍF á Skála. StÍF hevur eitt sera spennandi og ungt lið, meðan Tjaldur hevur nógvar royndar […]
Vunnu í Vági
Tjaldur leikti í gjár móti VB í Vági, og hóast VB hevur havt eitt rímuliga gott kappingarár higartil, so gjørdist Tjaldur ein ov stórur biti fyri tær. Tjaldur kvinnur vóru á odda frá byrjan og hóast liðini fylgdust í fyrra hálvleiki, so gjørdist munurin rættuliga greiður í seinna hálvleiki. Hálvleikstøðan var 10-12 Tjaldur vann 21-25 […]
Flog yvir spælinum
Tjaldur leikti í dag móti toppliðnum Neistanum. Dysturin byrjaði sum vit kundu ynskt okkum, tí longu aftaná 8 minuttir var 5-0 til Tjaldur og Neistin sá ongan annan útveg enn at taka timeout. Hetta gav eitt sindur av vilja á Neista liðið. Barbara var sum ein einmans herður og kanón hørðu skotini sótu næstan hvørjafer. […]
Tjaldur-Neistin
Sunnudagin verður spennandi dystur í høllini í Runavík. Tjaldur møtir tá Neistanum, sum júst hevur víst sína styrki við at vinna á Stjørnuni. Tjaldur hevur havt sera missjøvn úrslit síðstu tíðina, so tað er sera umráðandi at nógv fólk møta upp at stuðla okkara liði. Møti tí upp í høllini í Runavík sunnudagin klokkan 15:00
Tíðindaskriv
Hondbóltsfelagið Tjaldur og Bogdan Burcea, hava í kvøld avgjørt at gevast við samarbeiðinum. Hetta merkir at Hondbóltsfelagið Tjaldur fær nýggjan venjara til Sunset liðið í kvinnudeildini. Nýggi venjarin kemur at vera Trygvi Mortensen. Við hondbóltskvøðu Hondbóltsfelagið Tjaldur
Menninir vunnu á Team Klaksvík
2. deild menn hjá Tjaldur leikti í dag móti Team Klaksvík í batminton høllini í Klaksvík. Tjaldur fekk beinanvegin gott tak á dystinum og tá komið var til hálvleiks, var Tjaldur á odda við 6 málum. Hendan greiða leiðsla helt sær størsta partin av seinna hálvleiki og endin var at Tjaldur rímuliga sannførandi vann 20-28. […]
Menninir úti av Coca-Cola kappingini
Menninir leiktu sín fyrsta dyst í gjárkvøldi móti KÍF I. Dysturin var leiktur í Kollafirði og var samstundis fyrsti dystur í steypakappingini. Tjaldur var rímuliga væl mannað við ungum leikarum, sum í flestu førum eru kendari frá fótbólti. Leingi gekk rímuliga javnt á. Tjaldur kom tó at liggja aftanfyri við 2-4 málum allan dystin og […]
Coca-Cola kappingin hjá monnum
Nú er greitt at Tjaldur kemur at hava eitt manslið í hondbólti. Ungu dreingirnir ið leiktu við dreingjum 17 ár í fjør og sum gjørdust ov gamlir til at leika við har, ynsktu at fáa eitt manslið teknað til kappingina, og so er gjørt. Ungu menninir hava ikki vant enn, men longu í morgin hósdagin […]