2. deild menn hjá Tjaldur leikti í dag móti Team Klaksvík í batminton høllini í Klaksvík. Tjaldur fekk beinanvegin gott tak á dystinum og tá komið var til hálvleiks, var Tjaldur á odda við 6 málum. Hendan greiða leiðsla helt sær størsta partin av seinna hálvleiki og endin var at Tjaldur rímuliga sannførandi vann 20-28.
Serliga í eygu fallandi er strikan hjá Tjaldur Jens Joensen. Síðsta vikuskifti var hann valdur sum ársins stjørnuskot hjá NSÍ, eingin ivi er um at hann eisini er kandidatur til ársins stjørnuskot hjá Tjaldur. Kontanti, vinnarin, sum til tíðir vil hava síðsta orðið við dómaran, vísti framúr gott spæl á strikuni. Fekk hann bóltin so skoraði hann. Hetta er ein stór styrki hjá einum og hvørjum liði.
Tjaldur hevur nú lagt seg á odda í bólki b hjá 2. deild monnum. Spennandi verður at síggja um Tjaldur megnar at halda dampinum uppi, og harvið vinna liðið í næstbestu deildina. Livst so spyrst.
Drívið á dreingir!