Tjaldur leikti í dag móti toppliðnum Neistanum.
Dysturin byrjaði sum vit kundu ynskt okkum, tí longu aftaná 8 minuttir var 5-0 til Tjaldur og Neistin sá ongan annan útveg enn at taka timeout. Hetta gav eitt sindur av vilja á Neista liðið.
Barbara var sum ein einmans herður og kanón hørðu skotini sótu næstan hvørjafer.
Við tíðini fekk Tjaldur tó fatur á henni, soleiðis at restin av liðnum mátti taka ábyrgd. Hetta megnaðu tær ikki í sama mun, og so var grundarlagið fyri einum tryggum sigri lagt.
Tjaldur vann Neistan 32-25
Undan dystinum vóru broytingar gjørdar uttanfyri vøllin. Eftir nøkur keðilig úrslit móti Stjørnuni, Neistanum og StÍF, valdi felagið at takka Bogdan fyri samstarvið og harvið seta nýggjan mann til at stýra besta kvinnuliðnum. Valið fall á ein vælkendan føroyskan venjara, Trygva Mortensen.
Um tað var tann vælkenda venjara effektin sum gjørdi munin í dag er ilt at siga, men tað er einki at taka seg aftur í at Tjaldur maskinan koyrdi uppá tað allarbesta stóran part av dystinum. Allara vóru uppsettar uppá at fáa eitt gott úrslit.
Serliga Simona hevur havt sera ilt við at funnið seg til rættis á liðnum, hetta var heilt øðrvísi í dag. Hon var í hopla og skoraði eisini 7 av málunum hjá Tjaldur.
Guðruna kunnu vit ikki hyggja uttanum í dag. Hon tók fer aftaná fer bóltar frá teimum leysu neistakvinnunum, og hóast hon ikki er málmaður á landsliðnum, so kunnu vit í øllum førum gleðast um at vit eiga føroya besta málmann í kvinnudeildini.
Eftir at Tjaldur hevði lagt seg trygt á odda frá byrjan, kom ongantíð veruligur spenningur í aftur. Leislan minkaði viðhvørt niður í 2 mál, men nærri enn tað komu tær ikki.
Í móti endanum dalaði intensiteturin í dystinum, tí tá var longu greitt at Tjaldur fór at vinna dystin.
Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 12, Simona Petersen 7, Annika Thomsen 5, Cornelia Rimbu 4, Sarah Ann Thomsen 3 og Benadikta Johannesen 1
Málskjúttar Neistin: Barbara Brauer 12, Elin Holm 4, Rakul Magnussen 3, Jacklin Durhuus 3, Birita Wardum 2 og Bára Hansen 1.
Nú ræður um at fáa hendurnar niður og arbeiða hart víðari, tí leygardagin gongur leiðin suður til Vágs, har VB tekur ímóti.
Flott flott kempa Tjaldur!