Vunnu á skerdum StÍF liði

019
Hóast spælið ikki var tað besta vit hava sæð, so vunnu okkara kvinnur rudduliga móti StÍF í kvøld. Endaliga úrslitið gjørdist 17-30.
Eftir sigurin á VB leygardagin átti Tjaldur longu at spæla dyst aftur í kvøld. Dysturin var móti StÍF á Skála.
StÍF hevur eitt sera spennandi og ungt lið, meðan Tjaldur hevur nógvar royndar leikarar, sum allir klára at taka ábyrgd. Hetta var nokk stóri munurin í dag. Okkara kvinnur spældu móti gentum av Strondum.
Harafturat rakar tað hart hjá StÍF, tá Rebekka, Oddrún og Bára ikki eru við á liðnum.
StÍF royndi at koyra sítt skjóta spæl, men stóru leikararnir í okkara verju blokkaðu so gott sum allar bóltar.
Tjaldur hevði hinvegin lætt við at seta StÍF undir trýst, og um okkara leikarar høvdu verið eitt sindur neyvari, so var sigurin uppaftur nógv størri, tí møguleikar høvdu vit nokk av.

Leikgongdin
5 min 1-2
10 min 1-4
15 min 3-8
20 min 3-9
25 min 5-12
30 min 5-15

35 min 9-18
40 min 10-20
45 min 13-22
50 min 14-25
55 min 16-27
60 min 17-30

Málini skutu:
Adina Petrea 8, Benadikta Johannesen 5, Annika Thomsen 5, Jóhanna í Króki 5, Cornelia Rimbu 4, Simona Petersen 2 og Heidi Sevdal 1