Sunnudagin verður spennandi dystur í høllini í Runavík.
Tjaldur møtir tá Neistanum, sum júst hevur víst sína styrki við at vinna á Stjørnuni.
Tjaldur hevur havt sera missjøvn úrslit síðstu tíðina, so tað er sera umráðandi at nógv fólk møta upp at stuðla okkara liði.
Møti tí upp í høllini í Runavík sunnudagin klokkan 15:00