Nú er greitt at Tjaldur kemur at hava eitt manslið í hondbólti.
Ungu dreingirnir ið leiktu við dreingjum 17 ár í fjør og sum gjørdust ov gamlir til at leika við har, ynsktu at fáa eitt manslið teknað til kappingina, og so er gjørt.
Ungu menninir hava ikki vant enn, men longu í morgin hósdagin 4. november skulu teir spæla sín fyrsta dyst, sum verður móti næstbesta liðnum hjá KÍF. Hesin dysturin er í steypakappingini.
Dysturin verður leiktur í høllini í Kollafirði klokkan 20:45.