Menninir úti av Coca-Cola kappingini

kf i - tjaldur 003
Menninir leiktu sín fyrsta dyst í gjárkvøldi móti KÍF I. Dysturin var leiktur í Kollafirði og var samstundis fyrsti dystur í steypakappingini.
Tjaldur var rímuliga væl mannað við ungum leikarum, sum í flestu førum eru kendari frá fótbólti.
img002
Leingi gekk rímuliga javnt á. Tjaldur kom tó at liggja aftanfyri við 2-4 málum allan dystin og til síðst gjørdist støðan 30-27.
Hetta má metast sum eitt góðkent úrslit, tí tað sást týðuliga at KÍF liðið var samanspælt og at teir høvdu vant fram til kappingina.
Tjaldur er tískil úti av steypakappingini, men kemur eisini at leika við í landskappingini hjá 2.d monnum.
Sunnudagin skulu teir til Klaksvíkar at leika móti Team Klaksvík.
img001

img002

img003

img004