Tjaldur og Berglon gjørt klædnaavtalu
Í vikuni gjørdu Tjaldur og Berglon klædnaavtalu. Avtalan merkir, at komandi trý árini fara vit í Tjaldur at spæla í klæðum av merkinum Hummel, sum Berglon umboðar og veitir. Samstundis er Berglon vorðin stuðul hjá okkum.
Á tilmeldingardegnum hjá okkum mikudagin 18. septembur verður møguleiki at royna klæðini og at bíleggja draktir fyri tilboðsprís
Meira verður at frætta um hetta seinni.
Vit í Tjaldur eru sera glað fyri klædnaavtaluna og gleða okkum at samstarva við Berglon komandi trý árini