Í døgunum 1.-5. juli er European open leikt í Gøteborg í Svøríki. Annað hvørt ár luttaka dreingir og annað hvørt ár gentur. Í ár eru tað so U16 genturnar, sum luttaka. Og okkara Elinborg Dávadóttir Kunoy og Dinna Feilberg Lamhauge eru úttiknar, og tað eru vit í Tjaldur spent uppá og errin av.
20 lond luttaka í kappingini. Og tað er ikki hissini mótstøða, sum Elinborg og Dinna møta. Í bólkinum hjá Føroym eru Kroatia, Noreg, Ísland og Litava. Nummar 1 og 2 koma víðari í eitt A-endaspæl. Ovastu 7 liðini í kappingini vinna sær pláss í European Youth Olympics, sum verður í Skopje í Norðurmaketonia í 2025.
Hinvegin er longu nú greitt, at hetta føroyska landsliðið skal luttaka í EM-endaspælinum, sum verður avgreitt í Montenegro komandi summar.
Vit ynskja Elinborg og Dinnu hjartaliga til lukku við úttøkuni og blíðan byr.