October 27, 2009 Tjaldur.net í gongd aftur

Tjaldur.net í gongd aftur

Eftir eina friðarliga byrjan her á heimasíðuni er nú ætlanin at koma við dystar frásøgnum eftir hvønn dyst. Ikki kann sigast annað enn at Tjaldur er komi væl frá byrjan og hevur higartil fingið fult stigatal. Dystirnir higartil hava lagað seg soleiðis: Tjaldur 32-25 StÍF VÍF 24-40 Tjaldur VB 21-34 Tjaldur

Read more
September 15, 2009 Sarah-Ann á landsliðið

Sarah-Ann á landsliðið

Ungdómslandsliðið hjá kvinnum skal í oktober spæla fýra landsdystir móti Grønlandi. Ein av ungu leikarunum hjá Tjaldur, sum spældi sera væl síðsta kappingarár, var Sarah-Ann Thomsen. Hon er tikin út til dystirnar í oktober. Sarah-Ann hevur spælt sum strikuspælari í álopinum og oftast dekka bakkplássið. Fysiska styrkin og hennara góðu evnir til at lofta bóltum, […]

Read more
August 15, 2009 Enn meira rumenskan styrk

Enn meira rumenskan styrk

Tjaldur hevur nú fingið enn ein rumenskan leikara. Tá tað gjørdist greitt at Alina Olaru Angel var við barn og tískil ikki kom at spæla við alt komandi ár, var avgjørt at leita eftir einum avloysara fyri hana. Tá tað sum øll vita hevur rigga sera væl at keypt leikarar úr Rumenia, valdi felagið at […]

Read more
August 15, 2009 Guðrun og Annika halda fram

Guðrun og Annika halda fram

Guðrun og Annika hava nú avgjørt at halda fram í Tjaldur komandi kappingarár. Ikki kann sigast annað enn at tær gjørdu eitt gott arbeiði fyri Tjaldur síðsta kappingarár. Tískil er tað gleðiligt at vita at tær aftur í ár vilja hjálpa felagnum at vera millum fremstu feløg í landinum. Vónandi verður hetta kappingarárið eins spennandi […]

Read more
June 27, 2009 Bogdan verður venjari

Bogdan verður venjari

Hóast tað var sagt at Bogdan ikki skuldi venja Tjaldur komandi kappingarár, so hevur Tjaldur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við Bogdan. Hetta merkir at vit nú eisini á venjara postinum hava sama mann, sum FM veturin 2008/2009. Eftir lokið kappingarár, settust partarnir seg saman at tosa um venjaraspurningin. Tá vóru partarnir ikki einigir um […]

Read more
June 16, 2009 Fyrireika komandi kappingarár

Fyrireika komandi kappingarár

Besta kvinnulið hjá Tjaldur byrjar spakuliga at taka form til komandi kapping. At vinna eitt meistaraheiti er ringt, men at endurvinna tað er enn verri, so um Tjaldur skal gera sær nakrar vónir um at vera millum tey fremstu liðini komandi kappingarár, so er neyðugt at liðið er sera sterkt. Tískil hevur Tjaldur nú fingið […]

Read more
April 19, 2009 Adina og Guðrun heiðraðar

Adina og Guðrun heiðraðar

Aftur í ár var í gjárkvøldi skipað fyri gallaveitslu fyri leikarum og hjálparfólkum hjá liðunum í Atlantic airways deildini og Sunset deildini. Á veitsluni er vanligt at velja ársins leikarar umframt aðrar heiðrar. Her fingu leikarar hjá Tjaldur fýra av heiðrunum. Tríggja fer slapp Adina upp eftir steypi, meðan Guðrun var vald til ársins málmann. […]

Read more
April 12, 2009 “Vit eru FØROYAMEISTARAR 2009”

“Vit eru FØROYAMEISTARAR 2009”

10 ár síðan Hondbóltsfelagið Tjaldur bleiv stovnað, og í ár skuldi tað so eisini lukkast okkum at vinna fyrsta meistaraheiti í bestu deildini hjá kvinnum. Tjaldur er føroyameistari í kvinnuhondbólti 2009. At runavíkingar vóru spentir til dystin í Klaksvík í dag er eingin ivi um. Frá fyrsta bríksli róptu og koyrdu áskoðararnir á okkara kvinnur, […]

Read more