Guðrun og Annika hava nú avgjørt at halda fram í Tjaldur komandi kappingarár. Ikki kann sigast annað enn at tær gjørdu eitt gott arbeiði fyri Tjaldur síðsta kappingarár. Tískil er tað gleðiligt at vita at tær aftur í ár vilja hjálpa felagnum at vera millum fremstu feløg í landinum.
Vónandi verður hetta kappingarárið eins spennandi og gott sum síðsta kappingarár.