Bogdan verður venjari

bogdan
Hóast tað var sagt at Bogdan ikki skuldi venja Tjaldur komandi kappingarár, so hevur Tjaldur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við Bogdan. Hetta merkir at vit nú eisini á venjara postinum hava sama mann, sum FM veturin 2008/2009.
Eftir lokið kappingarár, settust partarnir seg saman at tosa um venjaraspurningin. Tá vóru partarnir ikki einigir um eitt víðari samstav, men avtalaðu at tosa saman aftur seinni. Tað hava teir so gjørt nú og eru komnir til eina semju sum bindur Bogdan at Tjaldur tað næsta árið.
Eisini Costin verður venjari næsta ár. Hann kemur eins og í fjør at taka sær av børnunum.