Fyrireika komandi kappingarár

rumenskt
Besta kvinnulið hjá Tjaldur byrjar spakuliga at taka form til komandi kapping.
At vinna eitt meistaraheiti er ringt, men at endurvinna tað er enn verri, so um Tjaldur skal gera sær nakrar vónir um at vera millum tey fremstu liðini komandi kappingarár, so er neyðugt at liðið er sera sterkt.
Tískil hevur Tjaldur nú fingið avgreitt sáttmálarnar við útlendsku leikararnar, soleiðis at vit eisini komandi ár koma at síggja, Adelu Burcea í mál, Marinelu Patru á vonginum, Alinu á miðjuni og Adinu á vinstra bakki.
Alina er við barn og verður tískil ikki við fyrr enn eftir jól.
Málsetningurin fyri árið í ár er púra greiður, vit skulu í finaluna í Coca-Cola kappingini og í Sunset finalurnar.
Meira um leikarar verður at hoyra í nærmastu framtíð.