Tjaldur hevur nú fingið enn ein rumenskan leikara. Tá tað gjørdist greitt at Alina Olaru Angel var við barn og tískil ikki kom at spæla við alt komandi ár, var avgjørt at leita eftir einum avloysara fyri hana. Tá tað sum øll vita hevur rigga sera væl at keypt leikarar úr Rumenia, valdi felagið at hyggja tann vegin fyri at finna enn ein stórspælara.
Hetta er nú eydnast og talan er um Rîmbu Cornelia Elena.
Hon hevur leikt við HCM Buzau seinastu 8 árini. Í 2008 var hon nummar 4 á toppskoraralistanum í Rumenia. Hon hevur eisini leikt ca. 4 vinardystir við A-landsliðnum. Síðsta ár var hon eitt sindur skødd, men er nú klár at spæla aftur.
Vit bjóða Rîmbu vælkomnari í felagið.