10 ár síðan Hondbóltsfelagið Tjaldur bleiv stovnað, og í ár skuldi tað so eisini lukkast okkum at vinna fyrsta meistaraheiti í bestu deildini hjá kvinnum. Tjaldur er føroyameistari í kvinnuhondbólti 2009.
At runavíkingar vóru spentir til dystin í Klaksvík í dag er eingin ivi um. Frá fyrsta bríksli róptu og koyrdu áskoðararnir á okkara kvinnur, og inni á vøllinum løntu kvinnurnar aftur við at spæla ein brand dyst. Føroyskur hondbóltur tá hann er best.
Endaliga úrslitið gjørdist 16-25 til Tjaldur.
Adina slapp ikki at spæla við í álopsspælinum hjá Tjaldur í dag. Frá fyrsta minutti bleiv hon mansvard og stóð tískil fyri tað mesta uppi á miðjuni og bíðaði. Hetta er ikki ókent fyri Tjaldur í ár. Í so gott sum øllum dystunum hava liðini valt at mansvart Adinu. Okkara kvinnur vóru ikki ráðaleysar fyri tað. Tær koyrdu tað vanliga spæli, og hvørja fer Tjaldur fekk tríggjarmetur kast, stillaðu tær upp til Adinu sum í flestu førum smekkaði bóltin í kassan. Av fyrstu 6 málunum hjá Tjaldur fekk Adina 4.
Ikki var spælt meir enn í 15 minuttir tá Stjørnan tók time out. Hetta komst av at einki hjá Stjørnuni riggaði. Í verjuni hjá Tjaldur stóðu allar sum ein múrur. Sarah Ann fekk skjótt tamarhald á Duritu Christophersen, sum eftir 3-4 taklingar, fullkomiliga steðgaði upp í sínum spæli. Hetta legði eyka press á Joan og Simonu hjá Stjørnuni. Tær vóru noyddar at taka størri ábyrgd. Men einki bar til. Tað sum verjan ikki tók tók Guðrun. Í alt ár hevur hon verið sum ein køttur í málinum og í dag var einki undantak. Fer aftaná fer fangaði hon bóltarnar frá “stjørnunum” úr Klaksvík.
Onkur hevði nokk hug at klípa seg í armin tá komi var til hálvleiks. Eingin hevði nokk droymt um at Tjaldur skuldi vera á odda 8-13 í hálvleikinum, og sum um hetta ikki var nokk, so koyrdu tær fulla fer á allan seinna hálvleik. Í seinna hálvleiki mansvardu tær bæði Adinu og Alinu, sum av tí sama í stóran mun stóðu í verjustøðu allan seinna hálvleik. Hetta hevði við sær at Stjørnan fekk trupult við at koyra kontra álop oman móti okkara máli. Spakuliga otaði Tjaldur seg nærri meistaraheitinum. Við larmandi plastik pinnum og malskum áskoðarum á síðulinjuni, díktu kvinnurnar á, vístu stríðsvilja og allar tóku ábyrgd. Hetta gav nokk Henrik Gerter grá hár í høvdið, tí líka mikið hvat hann royndi at gera, bæði av taktiskum uppleggum ella átalum til dómararnar, so gekk tað bara ein veg, niður á bakka.
Tá dómarin floytaði fyri seinastu fer vísti úrslitið 16-25 til Tjaldur. Ein framúr dystur av øllum leikarunum.
Eftir dystin handaði stjórin í Sunset okkara liðformanni, Elinbjørg Hammer, FM-steypið.
Tá komi var til Runavíkar var opið hús í Hæddini og fitt av fólki var komi forbí at heilsa uppá nýklaktu føroyameistararnar. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, helt eina talu, og takkaði fyri tað arbeiði og tað orku kvinnurnar høvdu lagt í hondbóltin og fyri tað úrslit sum tær høvdu vunnið bæði felagið og kommunu. Síðan handaði hann øllum leikarunum eina blómu.
Hjartaliga tillukku kvinnur og takk fyri ein framúr spennandi og stuttligan vetur. Vónandi síggja vit meir til tykkum komandi ár og í framtíðini.
Takk fyri í ár!