January 30, 2011 Vit reisa okkum aftur

Vit reisa okkum aftur

Tjaldur leikti í kvøld landskappingardyst móti Stjørnuni í Klaksvík. Tjaldur hevur havt eina flúgvandi gongd síðstu 12 dystirnar, men í kvøld endaði sigursrøðin. Tjaldur tapti 30-23. Tað sum vanliga hevur koyrt sera væl í ár, riggaði sera illa í Klaksvík. Álopsspælið bleiv sera styrvið og sera nógvir bóltar endaðu viðsíðunar av vøllinum. Hetta gongur ikki […]

Read more
January 29, 2011 Nýtt hølið til Hondbóltsfelagið Tjaldur

Nýtt hølið til Hondbóltsfelagið Tjaldur

Í dag gjørdist hølið hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur enduliga liðugt – gólv bleiv lagt á í dag umframt ein kanón var hongd upp til stórskíggja. Hølið verður tikið í nýtslu komandi mikukvøld. Spælararnir koma nokk at hava taktikfund har áðrenn dystin, meðan gestir/stuðlar fáa høvi at vitja hølið áðrenn dystin og í steðginum. Einaferð enn, fer […]

Read more
January 18, 2011 Koyrdu tað heim

Koyrdu tað heim

Hóast dysturin í dag ikki var mettur at vera stórvegis trupuleiki hjá Tjaldur at vinna, so fingu okkara kvinnur annað at síggja. StÍF leikti heilt væl, meðan eitt skert Tjaldurs lið, ikki veruliga fann flogið. Fyrri hálvleikur endaði 12-10 til StÍF, meðan endaliga úrslitið gjørdist 23-30. Í vikuni hevur Adina verið rakt av forkølilsi, og […]

Read more
January 1, 2011 Tjaldur skal møta Neistanum

Tjaldur skal møta Neistanum

Lutakastið til hávlfinalurnar í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum var 30. desember. Tá gjørdist greitt at Tjaldur skal møta Neistanum. At sleppa í finaluna í steypakappingini er nakað av tí størsta man kann klára í føroyskum hondbólti, tí tá verður høllin á Hálsi gjørd klár til eina verðuliga hondbólts fest. Proffesionelt hondbóltsgólv verður lagt á gólvið […]

Read more
December 19, 2010 Super avrik

Super avrik

Tjaldur leikti í dag toppdyst móti Stjørnuni úr Klaksvík. Undan dystinum hevði Stjørnan bert tapt ein dyst, sum var móti Neistanum. Okkara kvinnur vistu sum var, at um tær ikki skuldu missa í tætta oddastríðnum, so var neyðugt at vinna dystin. Frá dystarbyrjan var tað eisini Tjaldur sum stýrdi dystinum. Gott álopsspæl, góð verja og […]

Read more