Hóast dysturin í dag ikki var mettur at vera stórvegis trupuleiki hjá Tjaldur at vinna, so fingu okkara kvinnur annað at síggja.
StÍF leikti heilt væl, meðan eitt skert Tjaldurs lið, ikki veruliga fann flogið. Fyrri hálvleikur endaði 12-10 til StÍF, meðan endaliga úrslitið gjørdist 23-30.
Í vikuni hevur Adina verið rakt av forkølilsi, og tískil sat hon á beinkinum í fyrra hálvleiki. Hetta skapti eitt sindur av órógv, tí nú var meiri ábyrgd løgd á teir ungu leikararnar, og harvið vóru meiri nervar í spælinum. Spæli fekk ongantíð tað flogið sum vit vanliga plaga at síggja.
Í seinna hálvleiki mannaði Adina seg tó upp, og kom á vøllin stutt inn í seiina hálvleik. Hetta broytti beinanvegin dystin. Frá at hava fylgst so gott sum alla tí, so bleiv tað til at fyri hvør málið StÍF fekk, so fekk Tjaldur tvey, og tá gerst skjótt stórur munur á liðunum.
Komandi sunnudag møta vit Neistanum í Runavík, síðan kemur Stjørnan á vitjan vikuskifti eftir og mikudagin eftir møta vit Neistanum aftur í seinnu semifinaluni í Coca-Cola steypakappingini. Tískil er lagt upp til 10 sera strævnar dagar frá 23. januar til 2. februar.
Vónandi koma nógvir áskoðarar til hesar dystir, so vit kunnu bera liðið fram tá á stendur.
Koyr á Tjaldur!!!