Vit reisa okkum aftur

012
Tjaldur leikti í kvøld landskappingardyst móti Stjørnuni í Klaksvík. Tjaldur hevur havt eina flúgvandi gongd síðstu 12 dystirnar, men í kvøld endaði sigursrøðin. Tjaldur tapti 30-23.
Tað sum vanliga hevur koyrt sera væl í ár, riggaði sera illa í Klaksvík. Álopsspælið bleiv sera styrvið og sera nógvir bóltar endaðu viðsíðunar av vøllinum. Hetta gongur ikki móti teimum góðu liðunum, og tískil gjørdist tað trupult at vinna seg fram á Stjørnuna í kvøld.

Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur og spennandi, har bæði liðini gjørdu eitt hav av feilum. Okkara kvinnur vóru tó tær óneyðvaru og komu at renna aftaná Stjørnuni allan hálvleikin. Viðhvørt kláraði Tjaldur at hála seg uppá javnt, men so aðrar løtur var munurin fýra mál. Hetta tekur hart uppá kreftirnar, men móti endanum av fyrra hálvleiki fingu vit tó minkað um munin, so hálvleiksstøðan gjørdist 15-13.
Stutt inn í fyrrahálvleik fekk Annika trupuleikar við lærinum og hetta darvaði henni sera nógv restina av dystinum. Hon royndi tó at spæla allan dystin, men spældi ongantíð upp til tað vit vita hon kann.
Seinni hálvleikur var næstan eitt kopi av fyrra hálvleiki. Nógvir feilir og keðiligt spæl endaði við at Stjørnan vann 30-23.
Fyri Tjaldur kom tað tó sera illa við at Heidi Sevdal fekk reyða kortið. Hon sleppur ikki at spæla við móti Neistanum mikukvøldið.
Eftir 12 sigrar í 12 dystum, trúðu leikarar og viðhaldsfólk næsta, at trøðini vuksu til himmals, men í dag komu vit tó niður á jørðina aftur, og tað er sera umráðandi at vit nú finna fótafestið aftur, sum skjótast, tí longu mikukvøldið klokkan 19:30 er dystur í Runavík. Tá spæla okkara kvinnur seinna semifinaludystin móti Neistanum. Einki er sum ein væl stuðlandi áskoðarafjøld, og tískil heita vit á allar okkara áskoðarar og stuðlar um at møta upp mikukvøldið, so vit veruliga kunnu fáa lyft liðið uppaftur. Tær hava víst gott spæl higartil, so nú ræður um reisa seg aftur og vinna sær pláss í Coca-Cola steypakappingini 2011. Drívið á gentur!!!
KOYR Á TJALDUR!!!