Tjaldur leikti í dag toppdyst móti Stjørnuni úr Klaksvík. Undan dystinum hevði Stjørnan bert tapt ein dyst, sum var móti Neistanum. Okkara kvinnur vistu sum var, at um tær ikki skuldu missa í tætta oddastríðnum, so var neyðugt at vinna dystin.
Frá dystarbyrjan var tað eisini Tjaldur sum stýrdi dystinum. Gott álopsspæl, góð verja og ein góður málmaður er í flestu førum ein koktail, sum ikki er til at vinna á.
Sigursvandu kvinnurnar úr Klaksvík máttu norðaftur uttan nakað stig, meðan Tjaldur kundi fara í “jólaferiu” við tveimum stigum og einum stigi aftanfyri Stjørnuna á stigartalvuni.
Dysturin endaði 28-24.
Við sigrinum í dag er Tjaldur nú ájavnt við Neistan við 19 stigum, einum minni enn Stjørnan hevur. Tískil er lagt upp til eina sera spennandi kapping eftir jól, tí enn er alt opið í stríðnum um tey tvey finaluplássini.
Dystargongdin
5 min 0-1
10 min 2-2
15 min 5-3
20 min 7-6
25 min 10-7
30 min 12-11
—
35 min 15-13
40 min 16-15
45 min 18-19
50 min 23-19
55 min 24-22
60 min 28-24
Málini hjá Tjaldur skutu: Adina Petrea 10, Simona Petersen 6, Benadikta Johannesen 4, Annika Thomsen 4, Heidi Sevdal 3, Sarah Ann Thomsen 1
Hetta var eitt fantastiskt liðavrik, sum kann bera langt.
Gleðilig jól og gott nýggjár.