Í dag gjørdist hølið hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur enduliga liðugt – gólv bleiv lagt á í dag umframt ein kanón var hongd upp til stórskíggja.
Hølið verður tikið í nýtslu komandi mikukvøld. Spælararnir koma nokk at hava taktikfund har áðrenn dystin, meðan gestir/stuðlar fáa høvi at vitja hølið áðrenn dystin og í steðginum.
Einaferð enn, fer Tjaldur at takka øllum, ið hava hjálpt til, fyri alt stríði sum tit hava haft, fyri at fáa hølið liðugt.
Vit takka eisini Runavíkar kommunu fyri hølið, P/F Borg fyri ymiskt timbur, Kongshavnar EL-virki (KEV) fyri EL-arbeiði og P/F Zacharias Leitisstein fyri VVS.