Lutakastið til hávlfinalurnar í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum var 30. desember. Tá gjørdist greitt at Tjaldur skal møta Neistanum.
At sleppa í finaluna í steypakappingini er nakað av tí størsta man kann klára í føroyskum hondbólti, tí tá verður høllin á Hálsi gjørd klár til eina verðuliga hondbólts fest. Proffesionelt hondbóltsgólv verður lagt á gólvið og Kringvarpið ger eitt stórt og gott arbeiði fyri at fáa varpað finalurnar út í hvørt heim í Føroyum.
Undan lutakastinum var stórur spenningur um hvør fór at møta hvørjum. Øll ynsktu sær at møta StÍF I, sum á papírinum mátti metast sum lættasta uppgáva. Eftir lutakastið var tað so greitt at Stjørnan møtir StÍF I, meðan Tjaldur og Neistin møtast.
Roknast kann við at Stjørnan er rímuliga greiður favorittur til eitt pláss í finaluni, meðan semifinalan millum Tjaldur og Neistan kemur at vera meir jøvn.
Vit ynskja okkara kvinnum alt tað besta og vóna at Tjaldur sleppur at fylla høllina á Hálsi við áskoðarum leygardagin 12. februar.
Hálvfinalurnar vera leiktar soleiðis
Neistin – Tjaldur í høllini á Hálsi 11. januar klokkan 18:30
Tjaldur – Neistin í høllini í Runavík 2. februar klokkan 19:30
Koyr á Tjaldur!