Í dag var bilurin á lutaseðlinum hjá Tjaldur handaður vinnaranum. Vinnarin gjørdist Ester Mikkelsen í Klaksvík. Høvuðsstuðulin hjá hondbóltsfelagnum Tjaldur er Autoservice og bilurin sum Ester vann var ein Peugeot 407, ið er eitt av bilmerkjunum Autoservice selur. Ein sera væl dámdur bilur. Ester var sjálvandi sera glað fyri vinningin, og Tjaldur ynskir henni hjartaliga […]
Sportmaster fram til 2016
Tjaldur og Spormaster hava gjørt stuðulsavtalu, sum er galdandi komandi seks árini. Honbóltsfelagið Tjaldur fegnast um samstarvið við Sportsmaster, og kunnu vit nú fara væl ílatin í gongd við komandi kappingarár.
Takk fyri í ár!
Hondbóltsfelagið Tjaldur takkar fyri eitt gott kappingarár. Stóra takk til tykkum, sum hava stuðlað felaginum fíggjarliga. Eisini takka vit øllum, sum hava hjálpt til í felaginum farna kappingarár. Fyrireikingarnar eru í gongd til komandi kappingarár, og vóna vit at røkka enn betur úrslit. Brúk er sjálvandi fyri hjálp og stuðli, og vóna vit at tit […]
Adina, Adina, Adina og Adina
Í gjárkvøldið var stór gallaveitsla í Vestmanna, har leikarar úr Sunset-deildini og Atlantic Airways-deildini vóru við. Á gallaveitsluni er vanligt at velja ársins eitt og annað, og soleiðis var eisini í gjárkvøldi. Heitini sum kappast var um vóru: Ársins toppskjútti, ársins málmaður, ársins verjuleikari, ársins áleypari, ársins stjørnuskot, ársins venjari og ársins leikari. Tjaldur hevur […]
Lutaseðilin er trektur
Í dag trekti notarius publicus vinnararnar av stóra lutaseðlinum hjá Tjaldur Vinnandi seðlarnir vóru: 1. 6400 2. 7245 3. 0424 4. 3529 5. 7500 Vinnararnir kunnu ringja til Niels Peter Bech, tlf: 286007 Tjaldur takkar fyri stuðulin!
Hugnakvøld í Hæddini
Hondbóltsfelagið Tjaldur bjóðar øllum leikarum, venjarum, stuðlum, áskoðarum, ja øllum sum hava áhuga til eitt hugnakvøld har vit takka fyri árið. Øll eru hjartaliga vælkomin í Hæddina leygarkvøldið 27.03.2010, klokkan 19:00.
Silvur til Tjaldur
Stjørnan er føroyameistari 2010. Tað staðfestu tær væl og virðiliga í gjárkvøldi, á heimavølli. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í KÍ-høllina, og tey sum hildu at dysturin bleiv ein avgreiðslu spurningur fingu tó eitt sindur av spenningi. Fyrri hálvleikur var sera líkur dystinum í Runavík. Stjørnan trumlaði fram móti málinum hjá Tjaldur, meðan […]
Finalurnar 2010
Tjaldur-Neistin
Reistu seg aftur
Tjaldur spældi í dag móti StÍF í høllini í Runavík. Síðsta vikuskifti gekk illa í hond fyri Tjaldur í Klaksvík, so kvinnurnar skuldu sjálvandi reisa seg aftur. Tjaldur reisti seg eisini við maner. Fyri at tað ikki skuldi blíva eins og í Klaksvík, har vit bíðaðu í 10 minuttir áðrenn vit fingu fyrsta málið hjá […]