Adina, Adina, Adina og Adina

adina006
Í gjárkvøldið var stór gallaveitsla í Vestmanna, har leikarar úr Sunset-deildini og Atlantic Airways-deildini vóru við.
Á gallaveitsluni er vanligt at velja ársins eitt og annað, og soleiðis var eisini í gjárkvøldi.

Heitini sum kappast var um vóru: Ársins toppskjútti, ársins málmaður, ársins verjuleikari, ársins áleypari, ársins stjørnuskot, ársins venjari og ársins leikari.
Tjaldur hevur í nú í nøkur ár verið við í toppinum av føroyskum hondbólti, og sigur man Tjaldur, so hugsa tey flestu nokk um stórleikara okkara Adinu Petreu, sum má sigast at hava verið ein sannur fongur fyri Tjaldur.
Í gjárkvøldi vístu hinir leikararnir og venjararnir í Føroyum eisini, at teir halda at Adina er besti leikarin í føroysku kappingini.

Ársins toppskjútti í farna kappingarárið gjørdist aftur í ár Adina Petrea. Hjá monnunum var tað David Edvardsen

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist hetta:
Ársins málmaður: Kristina (Stjørnan) og Marian (StÍF)
Ársins verjuleikari: Adina (Tjaldur) og Hans Áki (Kyndil)
Ársins áleypari: Adina (Tjaldur) og David (Neistin)
Ársins stjørnuskot: Lilljan (VÍF) og Bjarti (VÍF)
Ársins venjari: Kári og Svanna (VÍF) og Jan (KÍF)
Ársins leikari: Adina (Tjaldur) og Jugoslav (Neistin)