Takk fyri í ár!

merkid
Hondbóltsfelagið Tjaldur takkar fyri eitt gott kappingarár. Stóra takk til tykkum, sum hava stuðlað felaginum fíggjarliga. Eisini takka vit øllum, sum hava hjálpt til í felaginum farna kappingarár.

Fyrireikingarnar eru í gongd til komandi kappingarár, og vóna vit at røkka enn betur úrslit. Brúk er sjálvandi fyri hjálp og stuðli, og vóna vit at tit øll vilja hjálpa til, so at vit í felag kunnu fáa enn betur úrslit í øllum deildum.

Enn einaferð stóra takk til tykkum øll sum hava hjálpt til farna kappingarár.

Vegna Tjaldur
Dánial Hansen