November 23, 2014 Nógv lív í Bylgjuni

Nógv lív í Bylgjuni

Í gjár var nógv lív í Bylguni. Í hondbóltshøllini var lív í frá 9 á morgni til kl. 21 á kvøldi, har ung og vaksin leiktu. Dr.12 byrjaðu dagin, og gekk kappingin fyri myndarligt. Síðan komu gentur 12. Fyri veður gav VB avboð til kappingina, so hetta merkti at H71 og Kyndil bert fingu ein […]

Read more
September 1, 2014 Venjingartíðirnar 2014/2015

Venjingartíðirnar 2014/2015

Vælkomin til nýtt hondbóltsár. Vit hava nú lagt eitt skema fyri veturin og vóna at tær koma at vera endaligar. Tað kann tó koma fyri at onkrar broytingar vera gjørdar. Fyrstu tíðina vita vit at fótbólturin koyrir við fullari ferð. Hetta taka vit hædd fyri, men vóna at so nógv sum gjørligt fáa møtt upp […]

Read more
August 8, 2014 Jóhan og Johnny lokið ungdóms elitu venjara skeið

Jóhan og Johnny lokið ungdóms elitu venjara skeið

Tólv føroyskir hondbóltsvenjarar hava um vikuskiftið tikið ungdómselituvenjaraskeið, har danin Peder Rasmussen legði lag á. Hoyvíkshøllin og Hoyvíkar Skúla vóru karmur um skeiðið, og raskir ungdómsspælarar úr H71 vóru til venjingarnar. Skeiðið gevur ungdómselituvenjarunum møguleikan at fara víðari í donsku venjaraútbúgvingini, har næsta stig er divisjónsvenjaraskeið. Hesi eru ungdómselituvenjarar: Eddie Joensen, Johnny Lamhauge, Johan Danielsen, […]

Read more
July 31, 2014 Hondbólturin byrjar aftur

Hondbólturin byrjar aftur

Eftir drúgvan steðg fer hondbólturin í Runavík veruliga í gongd aftur í vetur. Karmarnir í nýggju høllini við Løkin kunnu ikki samanlíknast við nakra aðra høll í Føroyum. Ljós og deilig høll. Spennandi verður at síggja hvussu nýggju karmarnir koma at roynast.

Read more
April 3, 2014 Ein nýggj byrjan

Ein nýggj byrjan

Sum tygum kunna, so hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur nærum ligið stilt alt hetta kappingarárið, grunda á umvælingar av ítróttarhøllini, men álíkavæl hava vit tvey gentulið í kappingini henda veturin . Nú nærkast ljósari tíðum, og eftir summarsteðgin verður ítróttarhøllin liðugt umvæld, tá fáa vit eina so gott sum nýggja høll aftur. Av hesum hava vit tí […]

Read more
April 1, 2014 Enn eitt kappingarár komið at enda

Enn eitt kappingarár komið at enda

Nógv eru helst tey, sum spyrja seg sjálvan um Hondbóltsfelagið Tjaldur ikki gavst við øllum virksemi. Svarið er bæði “ja og nei” Eftir drúgvar samráðingar við Runavíkar kommunu, um hallartímar í ítróttarhøllini á Skála, valdi Hondbóltsfelagið Tjaldur um hálvan oktober 2013 at takka fyri seg og leggja alt virksemið niður. Nes kommuna hevði longu í […]

Read more
November 27, 2013 Nýggja nevndin hevur skipað seg

Nýggja nevndin hevur skipað seg

Í kvøld hevur eykaaðalfundur verið í Hondbóltsfelagnum Tjaldur. Sum flestum kunnugt, so legði nevndin í Tjaldur frá sær, tí nevndin ikki metti at nøktandi kamar vóru bjóðaðir felagnum, eftir at ítróttarhøllin í Runavík bleiv stongd. Nakrar vikur seinni tóku eldsálir í felagnum stig til at fáa skipa fyri einum eykaaðalfundi, soleiðis at felagið ikki bleiv […]

Read more