Í gjár var nógv lív í Bylguni.
Í hondbóltshøllini var lív í frá 9 á morgni til kl. 21 á kvøldi, har ung og vaksin leiktu.
Dr.12 byrjaðu dagin, og gekk kappingin fyri myndarligt.
Síðan komu gentur 12. Fyri veður gav VB avboð til kappingina, so hetta merkti at H71 og Kyndil bert fingu ein dyst, men annars gekk væl.
Dreingir 16 hava ikki havt vind í segðlini fyrstu dystirnar, men í gjár manglaði lítið í til at teir fingu stig aftur. Taptu 22-23 móti KÍF.
1.d kvinnur leiktu móti einum sera góðu, ungum og skjótum Neista liði, so tær fingu oyruni eitt sindur í maskinuna. Neistin vann dystin 15-40.
2.d menn vann sín dyst móti Team Klaksvík.
Alt í alt ein sera væl eydnaður dagur í Bylgjuni.
Umframt allan hondbóltin, so skipaði Støkk eisini fyri kapping í amboðsfimleiki.
Ein fantastiskur ítróttardepil vit eiga.