Nógv eru helst tey, sum spyrja seg sjálvan um Hondbóltsfelagið Tjaldur ikki gavst við øllum virksemi. Svarið er bæði “ja og nei”
Eftir drúgvar samráðingar við Runavíkar kommunu, um hallartímar í ítróttarhøllini á Skála, valdi Hondbóltsfelagið Tjaldur um hálvan oktober 2013 at takka fyri seg og leggja alt virksemið niður.
Nes kommuna hevði longu í august verið beinasom og givið Hondbóltsfelagnum Tjaldur 5 tímar um vikuna at ráða yvir, í fimleikahøllini á Toftum, og hildu vit, at vit við teimum tímunum kundu halda teimum yngru liðunum koyrandi á Toftum, meðan man brúkti høllina á Skála til tey eldru. Men so skuldi ikki vera. Alt endaði við at nevndin ikki metti seg kunna gjøgnum føra eitt heilt kappingarár, undir verandi umstøðum.
Hetta vóru tað tó nógv sum vóru sera skuffa yvir. Fleiri av dreingja leikarunum, saman við eldru gentu leikarunum fóru yvir á Skála at venja við StÍF, meðan foreldur at yngru gentuleikarunum kallaðu inn til foreldrafund fyri at vita um ikki okkurt kundi gerast fyri at loysa trupulleikan.
Á foreldrafundinum hjá hesum gentum avgjørdu, foreldrini, felagið og venjarin at kallast skuldi inn til eykaaðalfund, og at man skuldi royna at manna eina nevnd, so felagið ikki datt niður fyri.
Venjingarnar hjá gentum 10 og 12 fóru tá í gongd aftur og hava hesir árgangir luttikið í hondbóltskappingini 2013/2014. A og B lið í gentum 12 og eitt lið í gentum 10.
Eitt fantastiskt kappingarár er farið aftur um bak. Genturnar hava verið hugagóðar at vant, um enn vit ikki hava havt fulla hondbóltshøll at venja í.
Tað eru ikki karmarnir sum skapa góðar leikarar, men ágrýtni og vilji til at fáa tingini at rigga, hevur gjørt, at tveir av leikarunum hjá Tjaldur eisini hava luttikið í talent venjingunum hjá HSF hendan veturin. Vit gleðast um góðu gongdina, og vóna at vit í framtíðini eisini koma at hava leikarar á talent liðunum.
Hóast úrslitini hjá gentunum ikki vóru tey bestu, so hava tær ment seg sera nógv í vetur. Vit vóna at tær koma at halda fram í nógv á afturat, og einaferð vera tær sum manna besta kvinnulið hjá Tjaldur.
Hvat hendur so komandi vetur?
Lat ongan iva vera um, at Hondbóltsfelagið Tjaldur ætlar sær at seta øll segl fyri, at koma í gongd aftur.
Tey nógvu ungu á eystara armi av Skálafjørðinum og inn til Gøtu og har á leið, skulu hava møguleikan at spæla hondbólt.
Nýggja nevndin er farin til verka, og ætlar í nærmastu framtíð at hava venjarar og annað uppá pláss, til komandi kappingarár.
Nýggja nevndin hevur skipað seg við:
Jústinus Tróndargjógv, formaður
Anita Sólsker, næstformaður
Niels Peter Bech, kassameistari
Katrin Absalonsen, nevndarlimur
Johnny Lamhauge, samskipari
Hondbóltsfelagið Tjaldur fer at takka gentum 10 og 12 og teirra foreldrum fyri eitt stuttligt og mennandi kappingarár. Við vón um at vit síggjast aftur næsta vetur.
Ein serlig tøkk til Nes kommunu fyri leigu av høllini veturin 2013/2014.